Vinningar

Øll sum renna 1/1 ella 1/2 marathon, ganga 1/2 marathon, renna 10 km og 5 km fáa eitt luttakaraheiðursmerki.

Vinnaraheiðursmerki til rennarar verða latin til nr. 1, 2 og 3 hjá monnum og kvinnum í 1/1 og 1/2 marathon. Nummar 1, 2 og 3 í 10 km og 5 km hjá kvinnum og monnum fáa eisini vinnaraheiðursmerki.

Vinnarin í 1/1 marathon hjá kvinnum og monnum fær eisini ókeypis renninummar til Tórshavn Marathon 2026.

Um rennarar seta rutumet hjá kvinnum ella monnum, fáa hesi peningagávu, sum Leif Mohr stuðlar.