
Tilmelding til Tórshavn Marathon 7. juni 2026
31. oktober
31. des.
31. mars
23. mai
31. mai
(Late Entry)
Við í prísinum er:
- Startnummar
- Væl skipað renning við vatnpostum 5. hvønn kilometur
- Luttakaraheiðursmerki.
- Lætt ábit, heimabakað kaka, kaffi/te og aðrir drykkir eftir renningina.
Tilmeldingargjald verður ikki endurgoldið.
Meldar tú til í seinasta lagi sunnudagin 24. mai 2026 verður navnið prenta á startnummarið.
Tilmeldingargjald verður ikki endurgoldið.
Seinasta freist at melda til er sunnudagin 31. mai.
Broytingar kunnu gerast í tilmeldingini til tilmeldingin lukkar 31. mai 2026.
*Tá tú meldar teg at ganga 1/2 marathon, fara 100kr. av luttøkugjaldinum til vælgerandi endamál. Í 2026 verður peningurin latin til Parkinsonfelagið, Alzheimersfelagið og Heilafelagið.
Til ber eisini at lata pening til Parkinsonfelagið, Alzheimersfelagið og Heilafelagið, tá tú meldar til.
Treytir fyri luttøku í renningini:
Til heilt og hálvt marathon skulu rennarar og gongufólk vera fylt 18 ár. Tíðaravmarkingin til Tórshavn Marathon er 6 tímar. Ítøkiliga merkir tað, at tú á marathonteininum skalt vera komin í Kaldbaksbotn á heimvegnum áðrenn kl 17:00. Um hetta ikki eydnast tær, kemur bilur at heinta teg og koyrir teg aftur á málið.
Allir rennarar og øll gongufólk skulu vera komin á mál aftaná 6 tímar, t.e. kl. 19.00.
Vit mæla staðiliga frá, at fólk, sum ikki klára at renna ella ganga teinin uppá 6 tímar melda seg til. Rennari ella gongufólk, sum ikki heldur seg til tíðina, kemur ikki á úrslitalistan og fær ikki heiðursmerki.
Við tilmelding góðtaka allir luttakarar til heilt og hálvt marathon hetta: Mín luttøka er fyri egna ábyrgd, og eg vátti, at hvørki fyriskiparar ella sponsorar kunnu ábyrgdast, um okkurt skuldi hent mær undir renningini. Eg vátti, at eg eri sunn/-ur og kropsliga væl fyri, so eg kann renna við. Føðiárið, eg havi skrásett er rætt, og eg skilji, at eg ikki kann geva mítt startnummar til nakran annan.
Um eg ikki fái luttikið, havi eg ikki rætt at fáa tilmeldingargjaldið aftur.



