17.05.2022

Tíðtaking til Atlantic Airways Tórshavn Marathon

Tað er Ultimate Sport Service, sum tekur sær av tíðtaking til Atlantic Airways Tórshavn Marathon. Við hesum verður tíðtakingin á altjóða støði. Skipanin hevur m.a. við sær, at tín rennitúrur verður skrásettur við millumtíðum, og at onnur kunnu fylgja við renningini á síni snildfon. Tak Ultimate Sport Service Live appina niður í App Store ella Google Play.