
Kunning í samband við verkfallið
Tórshavn Marathon 2024 verður ikki avlýst, men av tí at verkfall hevur verið seinastu 3 vikurnar, hava vit verið noydd at gjørt nakrar tillagingar.
Legg til merkis:
- Á vatnpostunum fæst vatn og orkudrykkur frá BodyLab. Har, sum vit annars høvdu havt bananir, bjóða við í staðin sjoglatu, gummibomm og lakres.
- Eingin almenn busskoyring er í løtuni, men hýruvognar koyra til og frá flogvøllinum, tó við avmarkingum. Les meira á https://www.fae.fo/til-og-fra-floghavnini/til-og-fra-floghavnini. Vit mæla til, at tú setur teg í samband við hýruvognin áðrenn komu.
- Matvøruhandlar hava enn opið, men úrvalið er avmarkað. Frugt og grønmeti er ikki at fáa. Hotell og matstovur hava opið, í summum førum við skerdari matskrá. Set teg í samband við títt hotel fyri nærri kunning.
- Um tú ætlar at brúka orku-gel á túrinum, mást tú hava hesi við tær til Føroya, tey eru trupul at fáa fatur á í Føroyum í hesum døgum.
- Øll luttøkuheiðursmerkini til ½ marathon eru ikki komin til Føroya orsaka av verkfallinum, so føroyingar, sum renna ella ganga ½ marathon kunnu vænta, at tey ikki fáa heiðursmerki tá tey koma á mál. Tey fáa tó heiðursmerkið, so skjótt verkfallið er av og farmur kemur aftur til landið. Vónandi skilja tit støðuna.
- Startnummur kunnu heintast í SMS hesar (broyttu) tíðir fríggjadag 7. juni kl 12-19 og leygardag 8. juni kl 10-18. Fólk uttanfyri Havnina, sum spara brennievni, kunnu heinta startnummar í Snarskivuni á Vaglinum sunnumorgunin 9. juni kl 10-12.
Við hesum tillagingum gleða vit okkum at síggja tykkum øll til Tórshavn Marathon 2024.



