Kom og gakk eitt hálvt marathon úr Kaldbak til Havnar

Sum nakað heilt serstakt hevur tú nú møguleikan at ganga úr Kaldbak til Havnar, tá Tórshavn Marathon 2024 verður 9. juni 2024. Høvi verður sostatt at ganga friðsæla og náttúruvakra túrin úr Kaldbak og til Havnar.

Gongufólk verða koyrd við bussi til Kaldbaks áðrenn startskotið fer kl. 13. Hetta er samstundis sum rennararnir fara úr Vágsbotni í Havn. Málið er í Vágsbotni.

Tá tú meldar teg at ganga 1/2 marathon fara 100kr. av luttøkugjaldinum til vælgerandi endamál. Í 2024 verður peningurin latin til Parkinsonfelagið, Alzheimersfelagið og Heilafelagið.

Nærri kunning um bussar o.a. kemur seinni.