Her heintar tú startnummar

Nú nærkast Tórshavn Marathon 2024, og vit gleða okkum!

Til ber at heinta startnummar á Torginum í SMS.

  • Fríggjadagin 7. juni frá kl. 12 til kl. 19
  • Leygardagin 8. juni frá kl. 10 til kl. 18

Tá tú heintar startnummar, hevur tú møguleika at keypa renniútgerð o.a. frá Sport24.

Fólk uttanfyri Havnina, sum spara brennievni orsaka av verkfallinum, kunnu heinta startnummar í Snarskivuni á Vaglinum sunnumorgunin 9. juni kl 10-12.

Sí restina av skránni fyri Tórshavn Marathon 2024 her.